Tað
fekk vald at geva mynd dýrsins anda, so at mynd dýrsins enntá kundi tala
og gera, at oll, ið ikki vildu tilbiðja mynd dýrsins, skuldu verða
dripin. Tað far oll, baði smá og stór, baði rík og fátak, baði frals og
tralir, at lata seta sar merki á hogru hond ella á pannuna, so at
eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, ið hevur merkið, navn
dýrsins ella tal navns tess. Her raður um vísdóm! Tann, ið skil hevur,
rokni út tal dýrsins! Tað er tal menniskja - tal tess er 666. |
Triði
eingilin fylgdi aftan á teimum; hann segði við harðari rodd: "Tilbiður
onkur dýrið og mynd tess - tekur hann merkið á pannuna ella á hondina -
so skal hann drekka av vreiðivíni Guds, sum óblandað er skonkt í
vreiðibikar Hansara; og hann skal verða píndur við eldi og svávuli fyri
eygum hinna heilagra eingla og lambsins. 11 Roykurin av pínu teirra
stígur upp í aldur og allar avir, og tey hava ikki hvíld - hvorki
dag ella nátt - sum tilbiðja dýrið og mynd tess, og ein og hvor, sum
tekur merki navns tess. (sum var 666)” |
Nógvar gitingar hava
verið um hvussu alt hetta einaferð fer at henda, men hesum kanst tú vera
vísur í...
EIN OG HVØR sum
tekur dýrsins merki, 666, er bannaður! Tá verður
EINGIN afturvending, EINGIN fyrigeving, EINGIN møguleiki at angra,
EINGIN endurloysing, Eingin frelsa! Tá
ber ikki til at vóna at, "Gud fer at
skilja alt, Hann fer at fyrigeva mær, at eg tók merkið, Hann er
náðiríkur, og Hann ynskir ikki, at eg skal fortapast. Mær nýtist ikki at
stúra, eg kann vera frelstur, tó at eg havi tikið merkið, ikki so?"
NEI!!!!
Um tú tekur merki
dýrsins, 666, á pannuna ella hondina, so er úti við tær! Tá kanst tú
IKKI verða frelstur! Við at hava tikið merkið hevur tú svorið dýrinum
trúskap. Tað fer at verða stór forfylging og trongd um ta tíð, merkið
verður givið út. Óivað fer tað at sýnast, sum um tað er tað besta at
gera fyri at verða á lívi og sleppa undan trupulleikum. Stórt trýst fer
at verða lagt á teg at fáa tað: Tú fert at verða píndur, vanvirdur, tú
fert at missa arbeiðið, ogn tína, húsini, frælsið, kropslimir, børnini
verða tikin frá tær o.s.fr. Profetar hava verið ávaraðir um, at djevulin
vil ikki lata teimum, ið nokta at taka merkið, sleppa við eini skjótari
avhøvding, men hann vil pína tey miskunnarleyst fyri at tvinga tey at
taka merkið sítt. Tú ert ikki førur fyri at keypa ella selja nakað uttan
tað. Í tí løtu MÁST tú vera til reiðar at doyggja heldur enn at taka tað.
Tú mást vera til reiðar at verða avrættaður heldur enn at taka dýrsins
merki, sama hvør revsingin er. Tak onga neyðloysn, og lat ongan iva vera
um tað, at tey. ið taka merkið, sjálvt trúgvandi,
skulu í allar ævir vera DØMD
SEK til brennandi vreiði Guds! |